Kropstilvitan

Psykomotorisk Terapi & Natúrterapi

Vårnatúr varpar ljós á hvussu sterkari kropstilvitan kann styrkja uppmerksemi á samanspælið millum vár innaru og uttaru natúru. Hetta kann styrkja førleikan til at vísa stórri kærleika fyri sær sjálvum, natúruni og næsta okkara.

vár innara natúra


Innara natúran myndar okkara krop, sinn og kenslulív. Fokus er á at skilja samanhangin her millum við at styrkja kropstilvitanina. Sterkari kropstilvitan er ein hjálp til at læra støðuna í kroppinum betur at kenna, harvið teir møguleikar og evnir sum kroppurin hevur, so vit kunna nøkta okkara basala kropsliga tørv og  liva lívið í samljóð við okkara grundleggjandi virðir og ynski um eitt innihaldsríkt lív.

vár uttara natúra


Uttara natúran myndar okkara umhvørvið, gerandisdag og natúruna. Fokus er á at skilja hvussu kroppur, sinn og kenslulív treytaleyst ávirkast av -og er tengt at teimum umstøðum vit røra okkum í.  Gerandis umhvørvið kann til tíðir vera alt ov yvirstimulerandi. Tá vit koma út í natúruna fyri bert at vera og sansa natúrligu umstøðurnar, tá skapa vit javnvág í nervasystemi og tað gerst meira sjónligt hvat kroppurin roynur at fortelja okkum og hvat tað er tørvur á.

Kropstilvitan


Íblástur og venjingar

Hugleiðing


Hugaheimurin hjá vårnatúr

Átøk


Heildarupplivingar

vårnatúr


Hugsjónin hjá vårnatúr

vitan


Psykomotorisk terapi & Natúrterapi