Vårnatúr er ein hjálp til at gerast meira tilvitandi um samanspælið millum vár innaru og uttaru natúru við hjálp av at styrkja kropstilvitanina. Orsøkirnar til at vit kunna uppliva minnið samband við okkara egna krop, hvønn annan og natúruna kunna vera nógvar og ymiskar. Tað kann eitt nú vera ovurnýtsla av skermi og ein tætt pakkaður gerandisdagur. Til tíðir kann tað kennast sum at alt gongur skjótari enn vit megna at fylgja við, og tað kann vera avbjóðandi at finna tíðina til sín sjálvan, tey man er góður við og at koma út í natúruna og hvíla. Tann tætt pakkaði gerandisdagurin kann leiða til manglandi yvirskot og manglandi yvirskot kann leiða til ein óheldigan atburð og avgerðir, ið kann hava neiligar avleiðingar á egnu heilsu, relatiónir og ta natúruna vit treytaleyst eru tengt av fyri at kunna yvirliva.
Vårnatúr vísur hvussu sterkari kropstilvitan og veran í natúruni kann vera ein byrjan til at finna meira tíð og yvirskot til sín sjálvan, sínar relatiónir og at samla nýggja orku í natúruni. Hetta út frá egnum møguleikum, førleikum og tørvi. Tað finnist ikki ein rættur máti at liva í samljóð við kroppin, hvønn annan og natúruna. Sterkari kropstilvitan er ein hjálp til at komma nærri tí sum følist rætt fyri teg, so tú kanst finna tín egna veg.
Psykomotorisk Terapeut
Professionsbachelor - Københavns Professionshøjskole
Naturterapeut
Human Education Group
Eg eiti Vár Næs og búgvi í natúrperluni Svendborg. Eg komi frá Føroyum sum er ein onnur natúrperla. Natúran og rørsla dregur meg og gevur mær nøgdsemi og sálarfrið. Eg ynski at deila boðskapin víðari um tað sum natúran og kropslig rørsla kann fyri kropp, sinn og sál. Á psykomotorik lestrinum kendi eg meg heima. Her fekk eg møguleika fyri at hugsavna meg í samanspælinum millum rørslu og sálarfrøði, ið gjørdi meg klókari um vår innaru natúru við hjálp av at styrkja kropstilvitanina. Av tí at eg eri vaksin andaliga upp, so saknaði eg ofta tann partin sum man ikki altíð kann vísindaliga prógva. Hetta fekk meg at taka eina eftirútbúgving í Natúrterapi, ið rúmaði og gav pláss til tað sum er stórri enn eg. Tað kann vera ein lætti til tíðir at leggja ábyrgdina frá sær yvir á tað sum er stórri enn ein sjálvur. Við at fáa eitt tættari samband við innaru og uttaru natúruna, havi eg upplivað og følt á egnan kropp, hvussu natúran saman við psykomotoriskum amboðum kann styrkja mína kropstilvitan, og harvið gerast betur til at liva lívið við virðing yvir fyri mær sjálvari, natúruni og næstanum.
Sum limur í DAP, fagforening for danske psykomotoriske terapeuter, havi eg tagnarskyldu og arbeiði undir etisku retningslinjunum hjá DAP. Hetta kanst tú lesa nærri um her: https://dap.dk/om-os/etiskeretningslinjer/