Sosialir miðlar sáa iva innaní
Í 2022 spurdi damublæði kvinna meg um eg kundi svara nøkrum spurningum, ið skuldu snúgva seg um sosialir miðlar. Eg meini at tað enn í dag er viðkomandi, tá tað vísur seg at vera eitt av teimum heitu evninum innanfyri politik. Eg eri klár yvir at sosialir miðlar kunna hava nógvir fyrimunir, men eg havi eisini upplivað tær negativu avleiðingar sum kunna fylgja við. Tí haldi eg tað er gott at tað verður tikið alvorligt, so menniskju læra at hava tamarhald yvir sínari nýtslu av skermtíð og ikki umvent.
Í greinini komi eg millum annað inn á, hvussu minnið skermtíð gevur meira tíð til nærverandi løtur við sær sjálvum, úti í natúruni og við hvørjum øðrum.