Psykomotirsk terapi er ein viðurkend sosial - og heilsufaklig professión á støði við fysioterapi, ergoterapi, námsfrøði og sjúkrarøktarfrøði. Psykomotorisk Terapi hevur fokus á ta heila menniskja, og stuðlar menningini hjá tí einstaka út frá tí fatan, at man ikki kann skilja krop og sinn frá hvørjum øðrum. Tyngir okkurt sálarliga vil tað hava ávirkan á kroppin, og tyngir okkurt kropsliga vil tað hava sálarliga ávirkan.
"Fyri meg er tað eitt nú ein livitreyt at skulla liva við psoriasis og scoliose. Passi eg ikki gott nokk uppá meg sjálva, kemur tað kropsliga til sjóndar við plettum á kroppinum og pínu í rygginum, og kropsliga støðan stressar nervalagði og kann skapa lágt sjálvsvirði og sjálvsálit, so er tann óndi spiralurin í gongd. Her er kunsturin at læra psoriasis og scoliose at kenna, við øðrum orðum míni kropssignalir, so eg veit hvussu eg best kann passa uppá meg sjálva og halda symptomini niðrri." - Vár Næs
Psykomotorisk terapi styrkir kropstilvitanina - evnini til at kenna signalini hjá kroppinum, at siga frá og at megna sítt egna lív. Fokus er á at gerast tilvitandi um tað sum kennist trupult í gerandisdegnum og ikki minst tað sum eydnast. Dentur verður lagdur á menning út frá teimum ressourcum sum einstaklingurin hevur. Tá tað kann vera sera komplekst at arbeiða út frá einari heildarfatan, verður tað tikið støði í einari eklektiskari tilgongd, ið velur og samansetur ymiskar terapiformar frá ymiskum økjum, sum eitt nú narrativ terapi, kognitiv terapi og gestalt terapi. Psykomotorisk terapi hevur tvær greinar: Manuel viðgerð og Psykomotorisk undirvísing. Mítt fokus er á psykomotoriska undirvísing í tvørfakligum samstarvið við fokus á heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering.
Natúrterapi er eitt 312 tímars læringsprogram, ið byggir á æstetiskar læruprocessur og fænomenologiska undirvísing í natúruni. Natúrterapi tekur støði í at vit sum menniskju eru intimt knýtt at og ikki kunnu skiljast frá natúruni.
"Í 2020 upplivdi eg at vera í einum vegamóti. Eg bleiv natúrligani drigin út í natúruna, ið rúmaði meg sum eg var og ongin krøv hevði til mín. Í natúruni skifti eg millum at renna, ganga, hugsavna meg, gera øvilsir og hugleiða. Tað gjørdist sjónligt fyri mær hvat kroppurin royndi at fortelja mær, hvat ið tók orku og hvat ið gav orku, hvørji míni virðir eru og hvørjir dreymar eg havi um eitt gott lív sum passar mær. Tað var linnandi at vera í og saman við natúruni, men við psykomotoriskum amboðum var tað mennandi. Menningin hevur sett spor fyri lívið - stórri virðing fyri mær sjálvari, natúruni og mínum næsta." - Vár Næs
Undirvísingin er tætt knýtt at natúruni og verðini í sínum organiska tilstandi. Tað snýr seg um at finna eitt stað í natúruni og bara vera- eygleiða- og taka alt tað natúrliga og vakra inn sum er um okkum. Harumframt viðmælast langir gongutúrar í natúruni til fólk ið stríðast við strongd, tunglyndi ella uppliva tankameldur og spenningar í kroppinum. Natúrupplivilsir skapa møguleikan fyri at koma niður í tempo, føla ró og at realisera eitt meira djúpt samband við seg sjálvan og umheimin.