Hugleiðing


Hugleiðing er ein stórur partur av at styrkja kropstilvitanina. Men hvat er tað at hugleiða og hvussu ger man tað? At hugleiða í psykomotoriskum samanhangi, er at vera forvitin og eygleiðandi um tað sum tú hevur upplivað og hvussu upplivingin ávirkar tínar tankar, kroppin, kenslur og atburð. Til undirvísing verður tað mest sum altíð sett eitt sindur av tíð av til at prøva og seta orð á ta upplivingina man hevur havt við undirvísingini, tí tað at seta orð á kann styrkja kropstilvitanina og eisini kann tað vera mennandi at hoyra hvussu onnur upplivað ta sama upplivilsi. Á hesi síðuni deili eg mínar hugleiðingar og bjóði íblástur til, hvussu tú kanst koma í gongd við at hugleiða.

Fyrireiking


Tá vit hugleiða er tað onki sum er rætt ella skeivt. Tað er eitt andarúm har man kann seta orð á tankar, kenslur og kropslig fornemilsir uttan at tað er nakar annar sum skal rætta í tí. Tað er tín verðuleiki og ein løtumynd av, hvussu tú hevur tað her og nú í skrivandi stund. Íblásturin til hugleiðing goymir seg í kroppinum og tí sum kroppurin møtir í umheiminum. Tað snýr seg bert um at vera forvitin og at invistera í eina lekkra notesbók og ein deiligan penn. Hvar tú hugleiðir er tað heldur ongin uppskrift uppá. Tað kann vera í tí offentliga, úti í natúruni og heima í holuni. Tað sum er mest týdningarmikið er at tú hevur ró um teg og gevur tær góða tíð til at hugleiða og skriva. 

Hugleiðing


Tað eru ongin mørk fyri hvat tú kanst hugleiða um. Men um tú ikki veist hvar tú skalt byrja, so skal eg hálpa tær á veg. At byrja við kanst tú halda teg til eina fasta rammu. Gev tær sjálvum 15 min til at seta teg niður og føl eftir í kroppinum, hvat tað er sum fyllir her og nú. Tað kann vera tankar, ein sjálvkensla, eitt upplivilsi ella ein annar persónur. Hvat fær tað teg til at føla í kroppinum?  Ávirkar hetta tín máta at vera uppá í tí dagliga og tíni val? Og royn uttan at døma ella taka støðu til tað sum kemur fram, at bara at vera forvitin og eygleiðandi. Tá 15 min eru av, tá setur tú aftur 15.min til at skriva niður. Minst til at tað ikki er nakað sum er rætt ella skeivt, og at tað er títt upplivilsi og ein løtumynd av, hvussu tú hevur tað her og nú.

Áminning


Sjálv havi eg ein kassa av notesbókum sum eru fullar av ymiskum hugleiðingum. Tað hevur verið ein stór hjálp fyri meg, tá eg havi verið í vegamóti. At hava møguleikan fyri at hyggja aftur í fortíðina og síggja mynstur og samanhang í mínum egna lívið hevur verið við til at styrkja mína kropstilvitan, so eg kann minna meg á, at eg havi ment meg nógv og at eg eri í einari proces og haldi fast í tí sum innast inni hevur týdning fyri meg. 

RONJA RØSKVA ANDERSEN

At skapa saman við Søster Sømand, sum er so dugnalig og professionel, er eitt tað stuttligasta eg havi gjørt við vårnatúr. Søster Sømand evnar at geva mínum tankum, kenslum og hugsjónum lív og sál. 

ÁRSTÍÐURNAR 

vár innara & uttara natúra

DREYMAFERÐ

På toppen af træet kroppen ligger
Det har været en mørk og kold vinter

Derhjemme omgivet af hulebyg
Ikke det mindste lille myg
Sidder nu og drømmer på toppen
Ikke klar til at møde flokken
Flokken samles om fest og farver
På toppen beundres forårets gaver
Solstroler, fuglelyde og spirende frø
Frø som vokser sig til smukke blomster
Mærker blomsten i kroppen
Kærligheden vokser på toppen
Foråret giver ny energi

krop og natur i synergi

Jeg er nu klar til at møde dig
Drømmen indeni i mig
-Vár Næs

SAMLJÓÐ

1.august.2024

SANSAFERÐ

1.Oktober.2024

RØTUR

1.December.2024