Eg bjóði átøk ið styrkja kropstilvitanina.Tað kann vera upplivingar, har kroppurin, natúran, tónleikur, matur, spæl og kreativitetur smeltar saman til eina størri heild.
"Mamma og eg valdu at taka lut í RÓ, tí vit vildu finna okkara innara ró í rokaliga desembur mánaða. Tiltakið var ikki líkt nøkrum, ið eg áður havi roynt. Tað var sera hugvekjandi at koma í samband við kroppin og náttúruna, har eg onkursvegna bleiv eitt við náttúruna – í løtum í hvussu so er. Á gongutúrinum skuldu vit ikki tosa við hinar luttakarnar, men bara vera í mínum egna høvdið og kroppið, meðan eg spákaði mær í náttúruni. Eg bleiv bilsin av, hvussu ofta tankarnir tóku meg aðrastaðni, enn har sum eg faktiskt var. Tískil var hetta tiltakið sera viðkomandi fyri meg, tí ofta havi eg ov nógvar bóltar í luftini í senn. Tá er sera gott at binda frið viðhvørt og finna mín innara ró. Tað fekk eg avgjørt við hesum tiltakinum, tá høvdið loyvdi tí. Eg ynski avgjørt at luttaka aftur eina aðru ferð, soleiðis at eg kann gerast enn meiri tilvitað um meg sjálva, kropp mín og náttúruna, tí tað merki eg sanniliga at eg havi tørv á."
Uppmerksemisvenjing í Terapihavanum í Vestre Kirkegaard
"Eg bleiv yviraska yvir hvussu avbjóðandi tað kann vera at seta ferðina bókstaviliga niður, og tað er so gott"..."Hugurin er kveiktur til at koma meira út í natúruna, og serliga hetta við at bara koma út og njóta natúruna og slappa av, og hvussu deiligt tað kann vera at búgva primitivt og balla seg í einum soviposa"..."Tað sum mær dámdi best við átakinum var fólkini, friðin, matin og at uppliva nakað nýtt og spennandi"..."Tað var alt í alt eitt friðsælt frírúm í Havnadali, og nógv góð fólk og upplivingar."
"Eg eri bevíst um nú, at eg fokusere nógv uppá, at koma frá a til b. Eisini tá eg sjálv gangið túr og royni at slappa av. At parkera mina telefon, sløkt alt skeiðið, og eg saknaði hana slett ikki. At eg ikki noyðist at taka støðu til tankar sum koma og fara. Hvørtfall ikki, tá eg veit, eg egentliga ikki kann"..."Eg fari at taka við mær hvussu nógv eg mentalt havi megnað at slappa av, og tað ynski eg at styrkja meira. Trúgvi og vóni at eg fari at brúka hetta minnið sum ein vekkara, tá eg føli brúk fyri tí."
"Sum pínusjúklingur veit eg hvønn týdning sambandið millum kropp og sinn hevur, tá tað kemur til at kunna handfara pínu. Men fyri at fáa tað sambandið, krevst eitt kropstilvit, sum kann verða torført at finna. Fyrilesturin hjá Vár var ein góð veksling millum vitan og praksis, sum eisini fevndi um at venja tað kropsliga tilvitið við sansaligum venjingum, sum Vár leiddi okkum ígjøgnum. Hesar venjingar hava hjálpt mær at handfara pínuna enn betri."
Í samstarv við Aske Kildegaard Barefod skaptu vit 'Ró í natúruni'. Hetta var eitt 5 vikursskeið fyri teimum ið upplivað sálarligar avbjóðingar. Skeiðið fór fram úti í Naturcenter Vestamager, har samstarva var við Ildsjælehuset. Endamálið var at bjóða amboð og íblástur til hvussu natúran og psykomotorisk amboð kann vera ein hjálp og stuðul til at geva kropp og sinn ró og eina pausu frá tankameldur og øðrum gerandis avbjóðingum.
4 tímars undirvísing fyri einum stovni, har undirvíst var í evninum: Hvussu kann natúran koma meira í spæl í praksis? Undirvíst var í hvønn týdning tað hevur at hugleiða yvir sítt egna samband við natúruna og at upplivað natúruna á egnan kropp, fyri síðani at evna og síggja meining í at skapa tær røttu karmarnar í natúruni fyri børnini.
Í samstarv við Alberte Marie Keiding skaptu vit Naturcraft - eitt 5 vikursskeið fyri teimum ið upplivað sálarligar avbjóðingar. Skeiðið fór fram í Naturcenter Vestamager. Endamálið var at skapa kropsligar og nærverandi venjingar í natúruni og at hugsavna seg í hándarbeiðið við tí fyri eyga at finna ella endurfinna personligar styrkir og førleikar og at styrkja trúnna á seg sjálvan fyri at koma nærri sínum dreymum.
"Tað góða við skeiðinum var flow. Óforstýrað. Deiligar rammur. Javnvág millum stýring og frítíð. Ró frá undirvísarunum. Tað kreativa aspekti. Javnvág millum kreativitet og gongutúrar. Lætt."..."Skeiðið hevur heilt avgjørt givið mær eitt nýtt perspektiv á samanspælið millum kroppin, natúruna og hugsavnan. Veit ikki heilt hvussu? Ein sovorig kensla av flow. At tað eina nørir hitt.".." Eg taki við mær frá skeiðinum, at tað er møguligt at vera í einum bólki á ein so nemman hátt. At tað kann henda ein formur fyri synergi-effekt millum at vera kreativ og at ganga túrar í natúruni. At man kann spegla seg í tí sum man sjálvur skapar."
"Tað góð við skeiðinum var samanspælið av at samla íblástur frá nærveruvenjingum í natúruni og at arbeiða kreativt við hondunum við íblástur frá Vár og Alberte. At fáa fokus tá vit hittust í runding við guidaðum meditatiónum og kropsligum venjingum. At vera sædd og at kunna spegla seg í hinum í bólkinum og undirvísarunum. Eitt rúm við nærveru og kerligum uppmerksemi. Skrivlig og muntlig hugleiðing."..."Eg taki við mær frá skeiðinum, at æra eina rammu. Eg virðismeti eitt kerlig rúm í felagsskapi. Natúran er ein ókeypis sálarfrøðingur. Ting taka tíð og tað er ok."..."Takk til tykkum undirvísarar for tykkara deiliga máta at vera uppá. Tað var sum eyktað at blíva møtt við uppmerksemi og empati."